Verkætlanarleiðari til Aliøkið á MEST

Vegna økt virksemi seinastu árini innan Aliøkið – verður lýst eftir verkætlanarleiðara, sum kann átaka sær størri uppgávur í samband við verkætlanir í MEST samtakinum.

 

Arbeiðsøki

Sum verkætlanarleiðari fært tú ábyrgdina av størri og smærri verkætlanum og uppgávum fyri okkara kundar innan aliøkið. Tú hevur tætt samskifti við kundar, samstarvsfelagar og starvsfelagar í fyritøkuni. Verkætlanarleiðarin kann somuleiðis vænta sær uppgávur innan aðrar uppgávur enn innan aliøkið.

Verkætlanarleiðarin hevur ábyrgdina av:

  • At gera tilboð, fyrireika og skipa uppgávur og verkætlanir í tøttum samstarvi við kundan og starvsfelagar
  • At tryggja, at arbeiðið verður avgreitt sum avtalað við kundan til ásetta tíð og kostnað
  • At góðskan á arbeiðinum er sum avtalað
  • At gera upp, eftirmeta og avhenda uppgávur

Starvsstaðurin er sum útgangsstøði í MEST Runavík, men verkætlanarleiðarin kemur at arbeiða í øllum samtakinum alt eftir hvar verkætlanirnar eru.

Tín vangamynd

Tú hevur kunnleika til hetta at hava ábyrgd fyri størri og smærri verkætlanum. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert jalig/ur og dugir at samstarva. Tú heldur tíðarfreistir og arbeiðir við nærlagni. Tað er ein fyrimunur, at tú dugir væl føroyskt og enskt, og hevur KT kunnleika á brúkarastøði, eitt nú innan MS Projects.

Starvið, løn og setanartreytir

Talan er um eitt følbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í einum mennandi umhvørvi. Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Meira at vita

Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mouritz Mohr, stjóra, mm@mest.fo ella á telefon 791130.

Umsókn

Send umsókn við prógvum, CV og møguligum ummælum við telduposti til: berghild.jacobsen@mest.fo