Kom í læru á MEST á skála

Maskinsmiðjulærlingar til MEST skipasmiðjuna á Skála

 

Vit ynskja, at tú minst hevur 9. floks fráfaringarroynd fólkaskúlans og at tú:

  • hevur miðalgóða støðumeting í støddfrøði
  • hevur áhuga í maskinfakinum
  • ert álítandi og tekur ábyrgd av tínum arbeiðið
  • hevur góð samstarvsevnir
  • ert arbeiðssamur, røkin og fyrikomandi
  • ert framfýsin og ágrýtin
  • ynskiligt at tú hevur koyrikort til bil
  • klárur til at arbeiða yvirtíð,tá ið á stendur

Vit bjóða

Vit kunnu bjóða eitt áhugavert arbeiðspláss í alsamari menning, og sum saman við undirvísing á tekniska skúla gevur eina haldgóða útbúgving. Vit hava eitt gott arbeiðsumhvørvi har tú fært møguleika fyri at seta títt persónliga merki á arbeiðið.
 
Tú fært gott innlit í maritima virksemið og kemur at veita tænastur til kundar á sjógvi og landi.
 
Um spurningar eru kann ringjast til Kára Weihe á tlf nr 791180
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast umvegis teldupost til berghild.jacobsen@mest.fo