Kom í læru í sølubúðini/goymsluni á MEST á Skála

Hevur tú hug at koma í læru sum sølu- og goymslufólk á MEST á Skála?

MEST er eitt fjølbroytt arbeiðspláss við nógvum spennandi avbjóðingum. Tú fært nógvar góðar starvsfelagar, sum starvast innan ymisk økir.

Vit ynskja, at tú hevur miðnámsútbúgving, FHS og at tú:

  • ert opin og hevur lætt við at samskifta
  • hevur góðan teldu- og talførleika
  • ert framfýsin og ágrýtin
  • hevur áhuga í mekaniskum og el-lutum
  • hevur góðan hug at selja

MEST hevur sølubúðir/goymslur í Tórshavn, á Skála og í Runavík. Í lærutíðini kanst tú koma at starvast á teimum ymsu sølubúðunum/goymslunum í fyritøkuni.

 

Vit bjóða

Tú fært eitt lærupláss í eini av landsins størstu vinnufyritøkum, har tú fært møguleika at starvast í einum spennandi og nýskapandi umhvørvi.
 
Tú fært gott innlit í maritima virksemið og kemur at veita tænastur til kundar á sjógvi og landi. MEST er í eini tilgongd, har virksemi í sølubúðunum verður raðfest hægri.
 
Sum sølufólk kemur tú at avgreiða viðskiftafólk í sølubúðunum/goymslunum umframt at gera sølufremjandi arbeiði eins og góður møguleiki er fyri føstum starvi eftir lokna útbúgving.
 
Um spurningar eru kann ringjast til Eirik Joensen tlf. +298 79 11 77.
 
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast umvegis teldupost til eirikur.joensen@mest.fo