Í læru í MEST Runavík?

Vit sóknast eftir ágrýtnum og nærløgdum lærlingum at byrja 1 apríl 2019. Søkt verður lærlingum til maskinsmið innan metalyrkið til MEST í Runavík

 

Maskinsmiðir

– lærlingar

Maskinsmiðir arbeiða fyrst og fremst við at menna og umvæla framleiðsluútgerð til virkir og skip.
Arbeiði fevnir millum annað um at gera konstruktiónir til og úr plátum, rørum og profilum í ymsum tjúgdum.
 

Útbúgving

Yrkisútbúgvingin er skipaða soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á MEST og skúlagongd á yrkisskúla.
Lærutíð: 4 ár – harav 55 vikur í skúla.
Læruplássið er í MEST samtakinum.
Útbúgvingin endar við sveinaroynd
 

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Framtíðarmøguleikar

Eftir útbúgvingina kanst tú arbeiða sum góðkendur maskinsmiður. Tú kanst eisini sum maskinsmiður fara undir framhaldsútbúgving sum t.d:

  • Maskinmeistari
  • Framleiðslutøkningur
  • Verkfrøðingur (krevur upptøkuskeið)

 

Sí annars nærri um útbúgvingina undir

 

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Føroya handverkarafelag
og Landsfelag Handverkaranna.

 

Hevur tú spurningar, kanst tú ringja til Dánjal Jákup Vilhelm á telefon 791195.
Umsóknir og cv skulu sendast til danjal.jakup.vilhelm@mest.fo