Um okkum

MEST strembar eftir at veita kundunum álítandi loysnir

 

Vit vita, at álit er tað, sum heldur í longdini og sum ger at okkara kundar koma aftur. Tí verður alt okkara virksemi lagt til rættis eftir hesari stremban.

 

Samtakið MEST er samansett av trimum virkisøkjum:

  • Skipasmiðjuvirksemi í MEST Tórshavn og MEST Skála
     
  • Framleiðsluútgerð til vinnuna á sjógvi og landi í MEST Runavík
     
  • Offshore tænastur og arbeiðsmegi til oljuvinnuna umvegis PAM Offshore Service

Við royndum heilt aftur frá byrjanini av seinastu øld er MEST í dag ein nýmótans fyritøka við vælútbúnum og virkisfýsnum starvsfólkum og tí nýggjastu tøknini innan framleiðslu og umvælingar.

Virksemi umfatar í høvuðsheitum at smíða, umbyggja og umvæla skip – og at framleiða útgerð úr rustfríum stáli til vinnuna á sjógvi og á landi.

Umleið 180 starvsfólk eru knýtt at virkseminum her á landi – og millum 100 og 200 starvsfólk hjá dóttirfelagnum PAM Offshore Service. Okkara starvsfólk eru serkøn innan stál, el, mekanikk, hydraulikk, timbur, og máling. Eisini selja vit eykalutir, umboða ymiska útgerð og veita tænastur við togarum og kranum.

Leita og finn nærri frágreiðingar um tær ymisku tænasturnar, ið vit bjóða!