Gravering av skeltum

Gravering av skeltum
Í goymsluni í Havn hevur MEST eina framkomna graveringsmaskinu til framleiðslu av skeltum av ymiskum slagi.

Vit kunnu gravera í plastikk, aluminium, messing og annað tilfar.

Vit hava plátur í ymiskum litum á goymslu, eins og standard persónsskelti.

So tørva tygum skeltir til hurðar, el-talvur, persónsbúnar v.m., so er bert at seta seg í samband við pauli.jarnskor@mest.fo ella við at ringja til telefon 79 11 44.