Metallisering

MEST hevur framkomna útgerð til metallisering.  Og hvat er so metallisering ? Tveir tráðir (vanliga alu-zink) verða førdir inn í ein sproytu-pistól. Við hjálp av háspenningi verður skamlop skapt sum ein ljósbogi ímillum tráðirnar, samstundis sum trýstluft verður førd yvir ljósbogan, ið blæsir teir smeltaðu tráðirnar sum smátt fon á tað tilfar, ið verður viðgjørt. Teir smeltaðu metal-droparnir festa seg sum plátur á yvirflatuna á tí viðgjørda, samstundis sum teir samanrenna við hvørjar aðrar, sum eitt verjandi lag í tí tjúgd, ið ynskt verður. 

Metallisering er ein bílig og effektiv yvirflatuviðgerð, sum, við rættari útgerð og mannagongd, kann verja metall í upptil 50 ár.