Tvíkiljan Stangarnes nú sum nýggj – frá MEST
Tvíkiljan Stangarnes, sum hevur verið hart roynd í 20 ár, hevur verið til høvuðsumvælingar (totalyvirháling) á MEST – so hon nú er sum nýggj.
Arbeiðið er framt innandura í høllini hjá MEST í Havn í tíðarskeiðnum mai til desember í ár. Arbeiðið er gjørt í tøttum samstarvi við Bakkafrost og fevnir m.a. um:
· Skift nógv stál yvir og undir dekki
· Sandblásing innan og uttan
· Metalisering uttan
· Málað 3 ferðir undir dekki og 4 ferðir omandeks
· Nýggjar motorar
· Nýggjan krana
· Nýtt manningarrúm
· Nýtt maskinrúm til nýggjan hjálpimotor
· Øll hydrauliska skipanin er skift út við nýggja eldrivna og orkusparandi skipan
Arbeiðið er framt innan fyri avtalaða tíðarkarmin, og Bakkafrost fær nú í roynd og veru eina “nýggja” tvíkilju fyri ein góðan prís og við hálvari veitingartíð.
Myndirnar vísa hvussu Stangarnes sá út frammanundan og nú hon er sjósett aftur í dag og fer til rakstur í Suðuroynni.