Teistin uttan gron

Ymiskar eru uppgávurnar á MEST. Í góðveðrinum í dag varð “visirið”, sum tað eitur á fakmáli, tikið av Teistanum.

Hetta er liður í 20 ára klassingini av Teistanum har legurnar verða skiftar og stemplini umvæld – umframt annað klassingar arbeiði. Arbeiðið uppá Teistan gongur annars eftir ætlan.