Svend C til “Pit-Stop” viðlíkahald á MEST í Havn

Fyri ein stóran framkomnan trolara sum Svend C telur hvør tími tú ert til fiskarí.

Tessvegna tók MEST við eldhuga ímóti møguleikanum at standa fyri umfatandi viðlíkahalds- og umvælingararbeiði í døgunum 10-15 september.

Hetta var nærum sum eitt “Pit-Stop” har Svend C kom til bryggjuna í Havn og fleiri mans beinanvegin fóru í gongd við umvælingararbeiði. Hetta fevndi um millum annað:

  • Verksmiðjuøkið: har umfatandi el-arbeiði var gjørt. Somuleiðis var eisini stál- og maskinarbeiði framt, eins og plastsveising.
  • Trol dekk: har viðlíkahald og umvælingararbeiði var gjørt á Seaonics kranar og Seaonics el-spøl.
  • Maskinrúm: viðlíkhaldsarbeiði og nakað av stálarbeiði
  • Eldsløkkingarútgerð: Eftirlit og sertifisering av eldsløkkjarum.

Svend C er ein 83,5 metrar langur framkomin verksmiðjutrolari við heimstaði í Nuuk. Tað er reiðaríið Sikuaq Trawl, sum eigur trolaran.