Stórarbeiði umborð á Tuneq

- Yvirhálingin er stór, men kundi saktans verið størri, tí skipið er gamalt. Nú ganga tað umleið tvær vikur aftrat, áðrenn vit verða klárir at fara til fiskiskap.
 
Tað sigur skiparin á Tuneq, Kári Petersen, sum er maðurin vinstru megin á myndini.
 
Í fleiri mánaðir hevur grønlendski uppsjóvartrolarin Tuneq ligið á Skála, har skipasmiðjan Mest klassað skipið, yvirhálað høvuðsmotorin og aksilgeneratorin, samstundis sum ein nýggjur ljósmotorur er settur í skipið.
 
Tangarnir eru eisini upppussaðir, og ymiskt annað viðlíkahaldsarbeiði er gjørt við grønlendska trolaran.
 
Føroyska Sjómansmissiónin hevur vitjað umborð og veit at siga, at Tuneq er fyrrverandi íslendska Helga II, sum er bygd í 1988. Seinni er skipið longt og nógv umbygt.
 
- Seinastu árini hevur Royal Greenland átt skipið, ið vanliga partrolar við Tasiilaq, sum sama felag eigur. Teir royna eftir makreli og sild summarmánaðirnar í Eysturgrønlandi. Tasilaq tekur fiskin inn, hagreiðir og frystir hann.
 
Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini veit at siga, at níggju mans mannað Tuneq, og hesir eru bæði grønlendingar og føroyingar. Í dag skuldu teir út at royna høvuðsmotor og annað.
 
kelda: in.fo