Starvsfólk til lønarumsiting hjá P/F MEST

MEST søkir starvsfólk til lønarøkið.  Starvið fevnir um avgreiðslu av viku- og mánaðarlønum, at skráseta og umsita starvsfólkaviðurskifti, umframt onnur praktisk viðurskifti í sambandi við starvsfólkaumsiting.  Starvið fevnir eisini um aðrar fyrifallandi fyrisitingarligar uppgávur.

Núverandi starvsfólk, sum umsitur lønarøkið, ætlar sær frá innanfyri komandi árið.

Lønarskipanin Løtt løn verður brúkt, saman við Total View til tíðarskráseting og Navision sum fíggjarskipan.

Tín vangamynd
Tú hevur viðkomandi royndir frá lønarumsiting. Kunnleiki til Løtt løn, Total View og Navision er ein fyrimunur. Hevur útbúgving innan skrivstovu ella aðra viðkomandi útbúgving og góðan teldu førleika.

Vit vænta at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, ert eitt jaligt, arbeiðssamt og nærlagt starvsfólk, og ikki minst, at tú hevur góð samstarvsevni.

Setanarviðurskifti:
Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett skjótast til ber og lønin verður ásett eftir avtalu. 

Arbeiðsstaðurin er sum útgangsstøði Tórshavn. Eftir ynski kann arbeiðsstaðurin avtalast at vera á Skála ella í Runavík ein part av tíðini.

Umsókn:
Umsóknir við avritum av prógvum og CV, skulu sendast til finngerd.djurhuusolsen@mest.fo.  Umsóknarfreistin er 14. august 2017.

Fleiri upplýsingar:
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Finngerð Djurhuus Olsen, roknskaparleiðara, á 791122 ella Katrin Hammer, sum umsitur lønarøkið í dag, á 791124.

 

Um MEST
MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík og dóttirfelagið PAM Offshore Service, sum hevur starvsfólk í oljuvinnuni serliga í Noregi. Felagið hevur nýmótans verkstaðir, stóra goymslu við sølu og framkomna tekni- og verkfrøðingastovu. Um 300 starvsfólk eru í starvi í MEST-samtakinum, og kundar okkara eru bæði føroyskir og útlendskir. Sostatt er MEST eitt av størstu framleiðslufeløgunum í landinum.