Samson fær nú eyðkenda skipasmiðjulitin hjá MEST

Samson fær nú eyðkenda skipasmiðjulitin sum MEST hevur brúkt og brúkar á øllum sínum sleiparum.

Samson, sum er komin afturat flotanum hjá MEST, hevur eitt BP uppá knapt 40 tons.

Fyri trygdina er Samson gott íkast, tí sleiparin fær assistera tey stóru skipini sum leggja leiðina framvið Føroyum.

Somuleiðis er Samson ein góð trygd nú havnalagið í Tórshavn verður útbygt og skipini gerast størri og størri. Sleipi- og trýstorkan er tí sera avgerandi fyri hesi stóru skip.

 

kelda: vp.fo