Rutt til umvælingar hjá MEST

Áðrenn og aftaná

Alibáturin Rutt hjá Bakkafrost hevur seinastu vikurnar verið til umvælingar og høvuðssýn á MEST í Tórshavn.

Umframt ávíst stálarbeiði og aksiltrekk er ymiskt annað arbeiði framt. Somuleiðis er skipið  sandblást og málað í eini av høllunum í Havn.
Og tað var júst í Tórshavn at skipið varð smíðað í 2001.

Sum myndirnar vísa er stórur munur á skipinum – áðrenn og efter at Rutt bleiv snolla upp.