Nógv virksemi á MEST í summar

Seinastu vikurnar hevur sera nógv virksemi verið á MEST, bæði á Skála, í Runavík og í Havn.
Bedingar og dokk hava verið fult upptiknar og nógv ferð er á í løtuni.

Á Skála eru tvey skip hjá Bakkafrost. Róland verður umbygdur frá frálandaskipi til avlúsingarskip, og Hans á Bakka er til vanligt viðlíkhald og onkrar tillagingar. 

Harumframt eru Jupiter hjá reiðarínum Varðanum og Phoenix hjá reiðarínum OCJ til vanligt viðlíkahald. Framherji hevur í løtuni tvey skip á Skála. Høgaberg er til vanligt viðlíkahald og lutvíst yvirdekkan og línibáturin Sigmund til vanligt viðlíkahald.

Í Tórshavn eru tvey vágaskip á bedingini - Vesturleiki úr Sørvági og Eivind úr Sandavági, sum eru til vanligt viðlíkahald. Tvíkiljan Miðvík fær skift skrúvur og Smaragd úr Klaksvík er til vanligt viðlíkahald og smærri umvælingar.

Tað er altíð hugaligt tá føroysk reiðarí velja at fáa teirra umvælingar og viðlíkahaldsarbeiði gjør tí Føroyum, siga tey á MEST.