MEST sóknast eftir fólki til amboðsgoymsluna í Havn

Av tí at okkara amboðsmaður í Havn fer frá vegna aldur verður søkt eftir nýggjum fólki á Amboðsgoymsluni.

 

Starvið sum amboðsfólk í Havn umfatar:

  • Útflýggjan og innheintan av amboðum til starvsfólk og viðskiftafólk okkara og skráseting í hesum sambandi
  • Útleigan og innheintan av amboðum og skráseting í hesum sambandi
  • Fakturering av leigu (evt. saman við goymsluni)
  • Viðlíkahald av amboðum og amboðsgoymsluni annars
  • Samskipan av uppgávum í tíðarskeiðnum tá lærlingar eru í upplæring á amboðsgoymsluni
  • Tryggja, at vit altíð eiga tey røttu amboðini á goymslu til tann besta prísin (Saman við Innkeyp).
  • Tryggja sær, at mannagongdirnar viðv. amboðum, útflýggjan, innheintan og innkeypi er so økonomiskt sum møguligt.
  • Harumframt luttekur tú sum spælmaður á bedingini í samband við uppháling og sjóseting av skipum

 

Vit ynskja at tú:

  • Ert opin og hevur lætt við at samski­pa
  • Hevur telduførleikar á brúkarastøði, t.d. Navisiom
  • Ert framfýsin og ágrýtin at umsita amboðsgoymsluna
  • Ert skipaður

Starvsstaðurin er á amboðsgoymsluni hjá MEST í Tórshavn.

 

Vit bjóða:
 

Sum amboðsfólk kemur tú at avgreiða og samskifta við nógvar ymiskar deildir á MEST. MEST er í eini tilgongd til at styrkja um amboðsøkið við broyttum mannagongdum, v.m. Lønin er sambært avtalu.

Um spurningar eru kann ringjast til Eirik Joensen, Goymsluleiðara tlf. 791177.

Skrivlig umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast umvegis teldupost til eirikur.joensen@mest.fo í seinasta lagi 10 januar 2021 og at byrja skjótast til ber.