MEST Plastskeið í Runavík

12 mans frá MEST eru í hesi vikuni á skeið í plastsveising í MEST Runavík – har nýggja deildin “MEST Plastsveising” er staðsett við skrivstovu, plastgoymslu og plastsveisiútgerð.

Dansk PE Svejsning, sum MEST hevur samstarv við, stendur fyri skeiðnum. Talan er um umfatandi skeið, har hetta er fyrsta av fleiri skeiðum, sum verða hildin í nakrar vikur afturat í heyst.
MEST yvirtók í mai mánaði PE Sveising Føroyar og fekk í lag avtalu við Dansk PE Svejsning um samstarv, sum snýr seg um útbúgving av fólkum á MEST, um útrokningar av dimensiónum og tekniska ráðgeving. 

MEST hevur seinastu vikurnar verið í gongd við fleiri uppgávur innan plastøkið – bæði til fyritøkur á landi og til skip. Um tit hava spurningar innan plastøkið – sendi teldupost til sales@mest.fo