MEST og Bakkafrost undir nýtt samstarv

Í gjár - mikudagin 5. apríl - varð sáttmáli um umbygging av nýggja tænastuskipinum “MS Róland” undirskrivaður av MEST og Bakkafrost.
 
Eftir at skipið er umbygt, verður møguleiki at avlúsa laksin við somu skipan, sum verður brúkt umborð á “MS Martin”.
 
Tað veit heimasíðan hjá Bakkafrosti at siga í dag. Lagt verður aftrat, at við hesi skipan verður laksurin tikin umborð, baðaður í flógvum sjógvi, og síðan verður fiskurin settur út aftur í ringin.
 
- Eins og hetta er ein effektivur viðgerðarháttur, er hetta eisini í tráð við grønu strategiina hjá Bakkafrost at sleppa undan at brúka evnafrøðilig evni til avlúsing.
 
Umframt nevndu útgerð verða fýra kranar settir umborð á “MS Róland”, soleiðis at til ber at gera aðrar tænastuuppgávur í samband við alibrúkini.
 
- Vit fegnast um, at skipasmiðjan Mest hevur verið kappingarfør at loysa hesa uppgávuna, og tað er gott fyri bæði føroyska samfelagið og Bakkafrost, at arbeiðið verður gjørt í Føroyum - av føroyskum veitara.
 
Tað siga tey á Bakkafrost, sum ynskja at brúka føroyskar veitarar, tá hesir eru kappingarførir í mun til góðskuna og kostnaðin. Soleiðis vil samtakið eisini vera við til skapa so stór virðir sum gjørligt í føroyska samfelagnum.
 
- Arbeiðið at umbyggja “MS Róland” skal eftir ætlan verða liðugt í juni mánaða, verður lagt aftrat.
 
kelda: in.fo