MEST ger stórarbeiði fyri Bakkafrost og vunnið nýggja verkætlan í Skotlandi

MEST hevur staðið fyri sniðgeving og framleiðslu av eini 12 metrar høgari og 8,5 metrar breiðari A-Rammu umframt at íseta framkomna avlúsingarskipan á MS Martin hjá Bakkafrost. Harumframt hevur MEST – í kapping við 7 aðrar útlendskar skipasmiðjur – vunnið arbeiðið at umbyggja eitt supply skip til avlúsingarskip til virksemið hjá Bakkafrost í Skotlandi.

 

Seinastu vikurnar hevur MEST staðið fyri størri umbygging á dekkinum á tænastuskipinum hjá Bakkafrost “MS Martin”. Í fyrstu atløgu er avlúsingarskipanin blivin útskift við eina nýggja av merkinum FLS, sum er ein av teimum mest framkomnu avlúsingar skipanum í heiminum. Talan er um eina skipan, sum fer serliga væl við laksinum.

Harumframt hevur MEST sniðgivið og framleitt eina sokallaða A-Rammu, sum skal brúkast til at stýra slangunum, ið koyra laksin út aftur í aliringin. A-Ramman er umleið 12 metrar høg og 8,5 metrar breið og ment av MEST júst í mun til tørvin hjá Bakkafrost. Sjálv A-Ramman er ísett og væntast endaliga arbeiði at verða liðugt í vikuni. Sum nakað serligt hevur MEST eisini ísett eina gangibrúgv á A-Rammuna – so at starvsfólk ómakaleyst kunnu koma so tætt at aliringunum sum møguligt.

Sum tað sæst á myndunum er talan um eina umfatandi verkætlan.

Nýggj verkætlan í gongd í juli – hesa ferð avlúsingarskip til Skotlands

Í kapping við 7 aðrar skipasmiðjur vann MEST í seinastu viku enn eina umbyggingarverkætlan fyri Bakkafrost. Henda verkætlanin snýr seg somuleiðis um umbygging av einum supply skipi (PSV) til avlúsingarskip (FFUV) til virksemið hjá Bakkafrosti í Skotlandi. Ymiskar tillagingar skulu gerast – eitt nú skal dekkið skal reinsast fyri timbur og stál, og gerast klárt til at seta eina FLS – avlúsingarskipan á dekkið eins og nýggj MEST A-Ramma skal framleiðast og ísetast  (eins og MEST hevur sett í Martin M/s).  4 Melcal dekskranar, spøl og spælkoppar verða settir í umframt at nógv hydraulikk arbeiði skal fremjast. Ávísar broytingar og tillagingar skulu eisini gerast í manningarrúminum og á brúnni.

“Hetta hevur verið ein umfatandi verkætlan, sum er eydnast sera væl. Vit gleða okkum nú um at fáa møguleikan at fremja eina líknandi verkætlan fyri Bakkafrost longu í juli – hesa ferð er tað umbygging av einum PSV’arar til tænastuskip til virksemi hjá Bakkafrost í Skotlandi”, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.