MEST 16 mió. kr. í avlopi eftir skatt í 2018

MEST hevði framgongd í 2018. Nettosølan hjá MEST samtakinum var 446 mió. kr., og hevði  felagið eitt avlop uppá góðar 16 mió. kr. eftir skatt. Bæði skipasmiðju- og framleiðsluraksturin gav avlop, eins og dótturfelagið PAM Offshore Service eisini hevði yvirskot í fjør. Í MEST samtakinum starvast gott 400 starvsfólk. Leiðslan er samanumtikið nøgd við samtaksúrslitið.

Gongdin seinastu árini hevur verið góð, og er MEST ein fíggjarliga sterk fyritøka við einum soliditeti yvir 40%.

MEST samtakið fevnir um MEST skipasmiðjurnar í Havn og á Skála, MEST framleiðsluútgerð í Runavík og PAM-Offshore Service, sum veitir tænastur til frálandavinnuna í Noregi. Samtakið leggur seg áhaldandi eftir at verða kappingarført fyri at tekkjast føroyskum kundum og at draga at sær útlendskar kundar.

Leiðslan metir, at útlitini til aftur at fáa eitt nøktandi úrslit eru til staðar, og tað er við góðum treysti at farið er inn í 2019.

“Vit gleðast um eitt áhaldandi gott samstarv við okkara trúgvu kundar. Somuleiðis fegnast vit um, at tað seinastu árini er eydnast MEST at økja um virksemi í verkætlanum innan alivinnuna og í ymiskum størri verkætlanum á landi.  Byggingin av nýggja havrannsóknarskipinum er nú veruliga komin í gongd, og gleða vit okkum til, at skrokkurin kemur til Føroyar seint í summar”,  sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.

 

Blíðar heilsanir

P/F MEST

Tórshavnar Skipasmiðja - NB1 - 1940 - Vón
Tórshavnar Skipasmiðja - NB10 - 1964 - Oknin
Tórshavnar Skipasmiðja - NB11 - 1967 - Smyril
Tórshavnar Skipasmiðja - NB12 - 1968 - Norðvíkingur
Tórshavnar Skipasmiðja - NB13 - 1975 - Skúmarin
Tórshavnar Skipasmiðja - NB14 - 1968 - Hvítanes
Tórshavnar Skipasmiðja - NB15 - 1970 - Vesturland
Tórshavnar Skipasmiðja - NB - 1945 - Norðlýsið
Tórshavnar Skipasmiðja - NB3 - 1946 - Norðberg
Tórshavnar Skipasmiðja - NB4 - 1950 - Kúrberg
Tórshavnar Skipasmiðja - NB5 - 1957 - Búgvin
Tórshavnar Skipasmiðja - NB6 - 1959 - Másin
Tórshavnar Skipasmiðja - NB7 - 1961 - Porkeningur
Tórshavnar Skipasmiðja - NB8 - 1962 - Víkingur
Tórshavnar Skipasmiðja - NB9 - 1963 - Porkerisnes
previous next