Maskinsmiðir til hydraulik arbeiði á MEST

Ágrýtnir og nærlagdir maskinsmiðir til MEST

Maskinsmiðir
Søkt verður eftir maskinsmiðjum, ið vilja taka ábyrgd í arbeiðinum. Innihaldið í starvinum er í høvuðsheitum viðlíkahald av hydraulikskipanum á skipum og landið, eitt nú:

  • Umvæling og nýgerð av hydraulik útbúnaði
  • Umvæling av spølum og kranum
  • Leggja rør skipanir
  • Sýn og eftirlit av hydraulikskipanum fyri kundar
  • Í tíðarskeiðum kann væntast annað mekaniskt arbeiði so sum pumpur, róður, gear v.m.

Førleikar
Viðkomandi útbúgving og royndir innan arbeiðsøkið.
Skipasmiðuroyndir eru ein fyrimunur, tó ikki ein treyt.

Starvið, løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru í samráð við
MEST. Størvini verða sett skjótast gjørligt.

Meira at vita
Ynskir tú fleiri upplýsingar ert tú vælkomin
at seta teg í samband við Dánjal Jákup Berg í Soylu, Rakstrarleiðara
á tlf 791231 ella á teldupost djs@mest.fo

sok_her.png