Lærlingar til sølubúð/goymslurnar

Lærlingar til sølubúð/goymslurnar í Tórshavn og í Runavík

Hevur tú hug at koma í læru sum sølu- og goymslufólk á MEST?

Vit ynskja, at tú hevur miðnámsútbúgving, FHS og at tú:

- ert opin og hevur lætt við at samskifta
- hevur góðan teldu- og talførleika
- ert framfýsin og ágrýtin
- hevur áhuga í mekaniskum og el-lutum
- hevur góðan hug at selja

MEST hevur sølubúðir/goymslur í Tórshavn, á Skála og í Runavík. Í lærutíðini kanst tú koma at starvast á teimum ymsu sølubúðunum/goymslunum í fyritøkuni.

Vit bjóða

Tú fært eitt lærupláss í eini av landsins størstu vinnufyritøkum, har tú fært møguleika at starvast í einum spennandi og nýskapandi umhvørvi.

Tú fært gott innlit í maritima virksemið og kemur at veita tænastur til kundar á sjógvi og landi. MEST er í eini tilgongd, har virksemi í sølubúðunum verður raðfest hægri.

Sum sølufólk kemur tú at avgreiða viðskiftafólk í sølubúðunum/goymslunum umframt at gera sølufremjandi arbeiði eins og góður møguleiki er fyri føstum starvi eftir lokna útbúgving. 

Um spurningar eru kann ringjast til Eirikur Joensen tlf. +298 791177.

Skrivlig umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast umvegis teldupost til eirikur.joensen@mest.fo

Í seinasta lagi 21. august 2017, at byrja skjótast til ber.

Samtakið MEST er samansett av trimum virkisøkjum, nevnliga Skipasmiðjum,  Framleiðsluútgerð til vinnuna á sjógvi og landi og Offshore tænastur til oljuvinnuna. Við royndum aftur frá byrjanini av seinastu øld er MEST í dag ein nýmótans fyritøka við vælútbúnum og virkisfýsnum starvsfólkum og tí nýggjastu tøknini innan framleiðslu og umvælingar. Virksemi umfatar í høvuðsheitum at smíða, umbyggja og umvæla skip – og at framleiða útgerð úr rustfríum stáli til vinnuna á sjógvi og á landi. Umleið 200 starvsfólk eru knýtt at virkseminum her á landi – og umleið 100 starvsfólk hjá dóttirfelagnum PAM Offshore Service. Okkara starvsfólk eru serkøn innan stál, el, mekanikk, hydraulikk, timbur, og máling. Eisini selja vit eykalutir, umboða ymiska útgerð og veita tænastur við sleiparum og kranum.