Innkeypari á MEST í samband við nýggja havrannsóknarskipið

Starv leyst hjá P/F MEST

Í samband við verkætlanina “Nýtt Havrannsóknarskip – Nýbygningur 113” er tørvur á einum innkeypara, sum kann standa á odda fyri innkeyps- og logistikkøkinum. Eftir verkætlanina er ætlanin, at innkeyparin gerst ein partur av innkeypstoyminum á MEST.

 

Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um

  • At útvega tilboð og hava samskifti við veitarar í samband við verkætlanina NB113
  • At samskipa frakt og skjøl í hesum sambandi
  • At tryggja tekniska skjalfesting fyri keyptar lutir
  • At hava yvirlit og ábyrgd fyri varðveitslu og skráseting av vørum og lutum
  • At tryggja at keyptir lutir eru á røttum stað til røttu tíð

Tú hevur tætt samskifti við aðrar deildir á MEST, verkætlanarleiðaran og -starvsfólk – umframt uttanhýsis veitarar og flutningsfeløg.

  

Útbúgving/royndir

Tú hevur royndir við innkeypi, og helst royndir við innkeypi av tekniskum vørum og lutum. Ynskiligt er, at tú hevur hóskandi útbúgving. Dugir væl at arbeiða við teldu og at málbera teg á enskum í skrift og talu.

 

Vit vænta at tú:

  • hevur tekniska vitan
  • ert ágrýtin og arbeiðsom/samur
  • ert sinnað/ur at arbeiða “skeivar tíðir”
  • ert væl skipað/ur
  • góð evnir at samskifta

 

Fyrimunir eru um tú:

  • hevur kunnleika til tøkniliga skjalfesting
  • hevur royndir við innkeyp og logistikk, gjarna frá stórum verkætlanum
  • hevur royndir innan sjó- og flogfrakt

 

Setanartreytir

Starvið verður sett sum skjótast. Arbeiðsstaður verður á Skála. Løn sambært avtalu.

 

Umsókn

Fyrispurningar um starvið kunnu setast til Bartal Kass, fíggjarstjóra.
Umsóknir saman við CV og møguligum prógvum skulu sendast
við telduposti til bartal.kass@mest.fo innan 8 januar 2018.

 

MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík og dóttirfelagið PAM-Offshore Service, sum hevur starvsfólk í oljuvinnuni, serliga í Norra. Felagið ræður yvir nýmótans verkstøðum, stórari goymslu við sølu og framkomnari tekni- og verkfrøðingastovu. Um 300 starvsfólk eru í starvi í MEST samtakinum, og kundar okkara eru bæði føroyskir og útlendskir. Sostatt er MEST eitt av størstu framleiðslufeløgunum í landinum.