Hevur tú hug at koma í skrivstovulæru?

Vit á MEST kundu hugsað okkum at fingið ein ágrýtnan, nærlagdan og álítandi skrivstovulærling til okkara fíggjar- og fyrisitingardeild. Vit vilja, at tú í lærutíðini fært eitt breitt innlit í skrivstovuarbeiði, og kemur eisini at hava ávísa ábyrgd av ymiskum uppgávum innan bókhald og skrivstovuøki. MEST er ein fjøllbroytt fyritøka, ið eisini er staðsett á ymiskum støðum. Tú skalt tí eisini vera við uppá at flyta teg runt í fyritøkuni, har m.a. partur av arbeiðstíðini verður á skrivstovuni hjá PAM Offshore Service, men í høvuðsheitum er staðsetingin í fyrisitingini á MEST Tórshavn.  

Um teg

Tú hevur áhuga í bókhalds- og fyrisitingararbeiði, og ert sinnað/ur at læra og vaksa við uppgávuni. Tú hevur eina miðnámsútbúgving, hevur telduførleika og førleika at orða teg í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum. Tú hevur góð samstarvsevni, tolir at hava fleiri bóltar í luftini í senn, og torir at taka ábyrgd, og geva eitt sindur eyka, tá tørvur er á tí. Arbeiðsroyndir innan øki er ikki ein treyt, men um tú longu hevur arbeiðsroyndir, og kundi hugsað tær sveinabrævið eisini, so vilja vit eisini fegin frætta frá tær. 

Um okkum

MEST er ein spennandi fyritøka í støðugari menning. Vit veita tænastur til fiskivinnuna, alivinnuna, byggivinnuna, og aðrar fyritøkur á landi, umframt at vit eisini hava fleiri útlendskar kundar. MEST er staðsett í Tórshavn, Skála og Runavík. PAM Offshore Service er dótturfelag hjá MEST, ið veitir handverkarar og elektrikarar til on- og offshore vinnuna í Noreg, og er staðsett í Tórshavn. 

Treytir og umsókn

Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum S&K og FAG. 
Umsóknir, við avriti av prógvum og viðmælum, skulu sendast okkum í seinasta lagi 27. sept. 2021, og    umsóknin skal latast okkum umvegis heimasíðu okkara á https://starv.mest.fo 
Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Arna K. Abrahamsen, roknskaparleiðara, á tlf. 79 11 20 ella teldupost aka@mest.fo
Vit ætla at tú byrjar í starvi pr. 1. novembur, ella eftir nærri avtalu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
 

sok_her.png