Formaður til Maskindeildina á MEST í Tórshavn

Spennandi avbjóðing í eini av Føroya størstu tænastu  fyritøkum

ARBEIÐSØKI
Sum formaður  á Maskindeildini í Tórshavni hevur tú ábyrgdina av maskinverkstaðnum og teimum handverkarum og lærlingum har starvast.  Tú hevur tætt samskifti við kundar, samstarvsfeløg og starvsfelagar í fyritøkuni. Starvið er skipað við formanni og varaformanni, sum í tøttum samstarvi hava ábyrgdina av maskinverkstaðnum. Høvuðsábyrgdin hjá formanninum fevnir millum annað um:

  • Skipa dagliga raksturin av maskinverkstaðnum í tøttum samstarvi við aðrar deildir í MEST samtakinum
  • At fyrireika, leiða og luta út arbeiðsuppgávur til handverkarar, lærlingar og serfrøðingar á verkstaðnum
  • At samstarva við verkætlanarleiðarar,starvsfelagar og kundar
  • At tryggja, at arbeiðið verður avgreitt sum avtalað við kundan.
  • At tryggja at frágreiðingar, har tað er mett neyðugt verða gjørdar tá arbeiðir eru liðug
  • At góðskan á arbeiðinum er sum avtalað
  • At hava ábyrgdina av vinnutólum, maskinum og amboðum, sum hoyra til verkstaðið

Starvsstaðurin er Maskindeildin hjá MEST í Havn, men roknast kann við uppgávum á øðrum deildum hjá MEST. Formaðurin  á Maskindeildini vísir til rakstrarleiðaran hjá MEST 

TÍN VANGAMYND
Tú hevur handverksútbúgving innan Maskinfakið, t.d maskinsmiður ella maskinmeistari og hevur viðkomandi arbeiðsroyndir. Tú hevur  kunnleika til skip, skipsútbúnað og/ella annan tøkniligan førleika. Tú hevur  kunnleika til viðkomandi telduforrit á brúkarastøði. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert skipaður hóast nógvar uppgávur eru í senn, og dugir at samstarva. MEST er ein spennandi fyritøka har vit til tíðir arbeiða útyvir vanliga arbeiðstið.

Meira at vita
Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Johan Hentze, rakstrarleiðara, tlf. 791134.

Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og møguligum ummælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 30 juni og sendast við telduposti til: johan.hentze@mest.fo