Førari søkist til mobilkrana hjá MEST á Skála

Hevur tú hug at verða kranførari við einum fjøltáttaðum gerandisdegi á MEST?

Vit ynskja at tú:

· Hevur koyrikort til persónbil

· Ert skipaður, røkin og róligur

· Heldur høvdið kalt hóast nógv leikar á

· Ert fyrikomandi og samstarvssinnaður

· Ert sinnaður at arbeiða í einum umhvørvi við skiftandi arbeiðstíðum

Starvsstaðurin er á MEST á Skála, men tú skalt kunna arbeiða aðrastaðni í samtakinum um tørvur er á tí.

 

Starvið:

Arbeiðið er fjøltáttað og fevnir millum annað um at:

· Koyra mobilkranan hjá MEST á Skála á skipasmiðjuøkinum og aðrastaðni um tørvur er á tí

· Halda kranan við líka, eisini í mun til sýn og annað

· Røkja og hava yvirlit yvir lyftiútgerð, ið hoyrir til kranan

· Gera aðrar fyrifallandi uppgávur tá einki kranaarbeiði er, eitt nú hjálpa til á verkamannadeildini, røkja onnur vinnutól o.a

· Skráseta tímanýtslu hjá krana á sak

· Til mobilkranarnar hjá MEST krevst mobilkranaskeið, sum má takast í Danmark og tekur hetta 4-5 vikur. MEST sendir viðkomandi á skeið eftir nærri avtalu

Vit bjóða

Starv í eini av landsins størstu vinnufyritøkum, har tú fært møguleika at starvast í einum spennandi og nýskapandi umhvørvi. Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir á økinum, men er hetta ikki eitt krav.

Um spurningar eru kann ringjast til Dánjal Jákup Berg í Soylu, rakstrarleiðara á telefon 791231.

 

 sok_her.png

Í seinasta lagi 16 mai 2021

Starvið ynskist sett sum skjótast.

Samtakið MEST er samansett av trimum virkisøkjum, nevnliga Skipasmiðjum, Framleiðsluútgerð til vinnuna á sjógvi og landi og Off-shore tænastum til oljuvinnuna. Virksemið umfatar í høvuðsheitum at smíða, umbyggja og umvæla skip – og at framleiða útgerð úr rustfríum stáli til vinnuna á sjógvi og á landi. Umleið 400 starvsfólk starvast í samtakinum.

Okkara starvsfólk eru serkøn innan stál, el, mekanik, hydraulik, timbur, og máling. Eisini selja vit eykalutir, umboða ymiska útgerð og veita ymiskar tænastur, eitt nú sleipitænastur.