Ert tú maskinmeistari – lagstur uppá land – og hevur hug til parttíðarstarv?

MEST bjóðar nú parttíðarstarv til maskinmeistarar/maskinfólk, sum hava royndir og kanska hava nakað av tíð til yvurs, og hug at sigla.

Vit ímynda okkum, at tú brúkar ein part av tíni tíð til at sigla við sleiparanum Samson og Pressaranum, sum hava heimstað í Tórshavn. Hvussu arbeiðstíðin verður, verður avtalað okkara millum. Umborð kann væntast nakað av deksarbeiðið eisini.

Lat okkum frætta frá tær, so venda vit aftur og fáa eitt stutt prát.

Minsta krav fyri at sigla við Samson er sjóvinnubræv STCW reg. III/3.

Vit gleða okkum til at frætta frá tær

 

sok_her.png