Elektrikarar til spennandi og fjølbroyttar uppgávur

Vit sóknast eftir royndum elektrikarum, ið eru áhugaðir at starvast hjá einum av landsins størstu privatu arbeiðsplássum. Á EL-deild okkara eru 21 starvsfólk, harav 8 lærlingar.

Talan er um eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í einum mennandi umhvørvi.

MEST veitir eisini tænastur innan vindmylluøkið, og fyri rætta viðkomandi eru  møguleikar fyri skeið/upplæring innan hetta økið og at gerast partur av okkara vindmyllutoymi.

 

Arbeiði fevnir í høvuðsheitum um

  • At ráðgeva kundum
  • At viðlíkahalda el-installatiónum umborð á skipum
  • At viðlíkahalda el-installatiónum innan vinnuna á landi
  • At staðfesta og umvæla brek
  • Nýgerð av el-útbúnaði

Vit bjóða, eitt fjølbroytt arbeiðsumhvørvi, har trivnaðurin er góður. Starvsfólkini eru okkara týdningarmiklasta tilfeingi, tískil bjóða vit starvsfólkunum góða upplæring og menningarmøguleikar.

 

Til starvið vænta vit av tær

  • Elektrikaraútbúgving ella samsvarandi
  • Tú arbeiðir sjálvstøðugt, og heldur tíðarfreistir
  • Tú ert jalig/ur og dugir at samstarva
  • Tú er skipaður og megnar at hava nógvar bóltar í luftini samstundis
  • Tú ert tilvitaður um HTU-reglur
  • Tú hevur KT førleikar á brúkarastøði.

Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, at tú hevur kunnleika til skip, skipsútbúnað, bygningar og vinnutól.

 

Umsóknarfreist

Umsókin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 09. Oktober 2022, og gleða vit okkum at hoyra frá tær. Umsókn við prógvum, CV og møguligum ummælum skal latast inn umvegis leinkjuna her á síðuni.

 

Løn og setanartreytir

Talan er um eitt fulltíðarstarv, ið verður sett skjótast gjørligt. Starvsstaðurin kann verða í Havn ella á Skála.

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Sum partur av MEST samtakinum hevur tú atgongd til okkara matarskipan á øllum deildum okkara.

 

Meira at vita

Ynskir tú at vita meiri um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rakstrarleiðaran, Dánjal Jákup Berg í Soylu, tlf. 791231

 

sok_her.png

 

Um MEST

Samtakið MEST er samansett av trimum virkisøkjum, nevnliga Skipasmiðjum,  Verkstaði til framleiðsluvinnuna og Offshore tænastum. Virksemið umfatar í høvuðsheitum at smíða, umbyggja og umvæla skip – og at framleiða útgerð úr rustfríum stáli til vinnuna á sjógvi og á landi. Okkara starvsfólk eru serkøn innan stál, el, mekanikk, hydraulikk, timbur, og máling. Eisini selja vit eykalutir og veita tænastur við sleiparum og kranum. Umleið 500 starvsfólk starvast í samtakinum