Cost controller til NB113 verkæltanina

MEST er størsta skipasmiðjusamtak í Føroyum. MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík og dóttirfelagið PAM Offshore Service, sum hevur starvsfólk í oljuvinnuni serliga í Norra. Felagið ræður yvir nýmótans verkstøðum, stórari goymslu við sølu og framkomnari tekni- og verkfrøðingastovu. Yvir 400 starvsfólk eru í starvi í MEST samtakinum, og kundar okkara eru bæði føroyskir og útlendskir.
NB113 er størsta verkæltan hjá MEST nakrantíð. Verkætlanin er, at byggja nýtt havrannsóknarskip til Havstovuna.
Vit leita eftir einum cost controllara, ið skal hjálpa okkum við fíggjarligu stýringini av verkætlanini. Herundir at arbeitt verður samsvarandi teimum ætlanum, ið eru lagdar, og at fanga møgulig frávik. Cost controllarin skal leypandi veita verkætlanarleiðsluni kunning um fíggjarligu gongdina, og annars tryggja at tær skrásetingar, ið verða gjørdar á verkætlanini, eru nøktandi og rættar. 
ARBEIÐSØKI
Sum cost controllari hevur tú ábyrgdina av: 
•    At skrásetingar í Navision á verkætlanina eru rættar
•    At samanhalda realisera roknskapartøl við fíggjarætlanina í tíð, liðugtgerð og krónum
•    Vera við til at gera tíðarskeiðsroknskapir og aðrar fíggjarligar uppgerðir í samband við NB113 
•    Samanhalda tíðarskeiðsroknskapir við fíggjarætlan

Cost controllarin vísir til verkætlanarleiðaran á NB113. Tú hevur tætt samskifti við starvsfólk runt í fyritøkuni og í ein vissan mun við undirveitarar
TÍN VANGAMYND
Tú hevur hóskandi útbúgving og viðkomandi arbeiðsroyndir. Tú hevur gjarna royndir við verkætlanararbeiði. Tú hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt, hevur eitt jaligt sinnalag og dugir væl at arbeiða saman við øðrum. Tú ert nærlagdur og er vanur at halda tíðarfreistir. Tú hevur góð analytisk evni og tøkni førleika.

Á KT økinum er tað umráðandi, at tú ert kringur í MS Office, og serliga í Excel, og tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við Navision fíggjar- og roknskapar skipanini, og annars skipa vit fyri neyðugari upplæring

Starvið, løn og setanartreytir
Talan er um eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í einum mennandi umhvørvi. Arbeiðsstaður er á Skála.

Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna. 

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Meira at vita
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sunvard Joensen, verkætlanarleiðara á tlf. + 298 79 12 30.
Umsókn
Umsóknir, saman við prógvum, CV og møguligum ummælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 10 juli 2019 og sendast umvegis teldupost til: berghild.jacobsen@mest.fo.

MEST – J.C. Svabosgøta 31, Postboks 65, 100 Tórshavn – Tel.: 301100 – www.mest.fo
 

Tórshavnar Skipasmiðja - NB1 - 1940 - Vón
Tórshavnar Skipasmiðja - NB - 1945 - Norðlýsið
Tórshavnar Skipasmiðja - NB3 - 1946 - Norðberg
Tórshavnar Skipasmiðja - NB4 - 1950 - Kúrberg
Tórshavnar Skipasmiðja - NB5 - 1957 - Búgvin
Tórshavnar Skipasmiðja - NB6 - 1959 - Másin
Tórshavnar Skipasmiðja - NB7 - 1961 - Porkeningur
Tórshavnar Skipasmiðja - NB8 - 1962 - Víkingur
Tórshavnar Skipasmiðja - NB9 - 1963 - Porkerisnes
Tórshavnar Skipasmiðja - NB10 - 1964 - Oknin
Tórshavnar Skipasmiðja - NB11 - 1967 - Smyril
Tórshavnar Skipasmiðja - NB14 - 1968 - Hvítanes
Tórshavnar Skipasmiðja - NB12 - 1968 - Norðvíkingur
Tórshavnar Skipasmiðja - NB15 - 1970 - Vesturland
Tórshavnar Skipasmiðja - NB16 - 1971 - Nýborg
Tórshavnar Skipasmiðja - NB17 - 1972 - ESSO Føroyar
Tórshavnar Skipasmiðja - NB18 - 1973 - Fyvla
Tórshavnar Skipasmiðja - NB19 - 1973 - Geira
Tórshavnar Skipasmiðja - NB20 - 1973 - Fylga
Tórshavnar Skipasmiðja - NB20 - 1973 - Thora
Tórshavnar Skipasmiðja - NB13 - 1975 - Skúmarin
Tórshavnar Skipasmiðja - NB22 - 1977 - Váðasteinur
previous next