Arctic Viking verður sum nýggjur

- Hugaligari at farið við einum nýbygningi, men hetta er tað vit síggja okkum førar fyri at gera

Seinastu tíðina hevur rækjutrolarin Arctic Viking ligið á Havnini, har teir hava skift høvðusmoturin, og báðar hjápimotorarnar, umframt gjørt ymiskar dagføringar og viðlíkahald við skipið.

Arctic Viking kom til Føroyar tann 2. januar, og áðrenn teir komu til Havnar, landaðu teir 250 tons av rækjum í Kollafirði, har skipið hevur heimstað.

Tað var í juni í fjør, at tað kom fram, at tað var Mest í Havn skuldi gera stóra arbeiðið umborð á rækjutrolaranum.

Arctic Viking hevði ein Wärtsilä Vasa høvuðsmotor, og nýggi moturin er ein nýggi høvuðsmotorurin verður ein Wartsila 6L 32 og generatoreindirnar vera av merkinum Cummins Model QSK19-DM. 

Kom sum nýbygningur til Føroyar
Arctic Viking var partur av stóra skipapakkanum, sum kom til Føroyar í 80'unum. Skipið varð bygt á Langsten Slip & Båtbyggeri AS, Tomrefjord í Norra í 1986, og hevur øll árini havt heimstað í Kollafirði, og somu eigarar, P/f Líðin.

Arctic Viking var eitt av fleiri skipum, sum kom í føroyska flotan í áttatiárunum, og varð partur av stóra rækjuflotanum, sum føroyingar hava verið so stoltir av at átt. Í dag er Arctic Viking einasti rækjutrolarin, sum er eftir í føroyska flotanum.

Skipið dagført fyri 30 milliónir krónur
Skipið hevur nú fingið nýggjan høvuðsmotor og nýggjar hjálpimotorar. Hóast hetta, hevur skipið eisini dagført meginpartin av tólunum á brúnni, mestsum øll verksmiðjan er tikin úr skipinum, og umvæld, troldekkið er skift, og nýggj ávaringarskipan sett í skipið. Hetta tilsamans hevur kostað 30 milliónir krónur, upplýsir Bjarni Petersen, sum er annar skiparin umborð, og ein av eigarunum.

Hóast hetta hevur kostað nógvar pengar, eru teir spentir at fara aftur til fiskiskap.

- Vit vænta at loysa í komandi viku. Nýggi motorurin verður vónandi startaður fyri fyrstuferð hósdagin, og skulu vit royndartúr, upplýsir Bjarni Petersen, skipari, og leggur afturat, at tá ið tað er gjørt, verður riggað til at fara aftur til fiskiskap eftir rækjum.

- Sjálvandi hevði tað verið hugaligari at farið til fiskiskap við einum nýbygningi, men hetta er tað, sum vit síggja okkum vera førar fyri at gera, sum støðan er nú, sigur skiparin.

Seinastu tíðina hava eitt nú grønlendingar fingið fleiri nýggjar og framkomnar rækjutrolarar, sum teir hava latið byggja í Spania og í Turkalandi, og fleiri eru ávegis.

Tá ið Arctic Viking fer aftur til fiskiskap, verður farið í russiskan sjógv, har skipið hevur kvotu.

kelda: portal.fo

Tórshavnar Skipasmiðja - NB1 - 1940 - Vón
Tórshavnar Skipasmiðja - NB - 1945 - Norðlýsið
Tórshavnar Skipasmiðja - NB3 - 1946 - Norðberg
Tórshavnar Skipasmiðja - NB4 - 1950 - Kúrberg
Tórshavnar Skipasmiðja - NB5 - 1957 - Búgvin
Tórshavnar Skipasmiðja - NB6 - 1959 - Másin
Tórshavnar Skipasmiðja - NB7 - 1961 - Porkeningur
Tórshavnar Skipasmiðja - NB8 - 1962 - Víkingur
Tórshavnar Skipasmiðja - NB9 - 1963 - Porkerisnes
Tórshavnar Skipasmiðja - NB10 - 1964 - Oknin
Tórshavnar Skipasmiðja - NB11 - 1967 - Smyril
Tórshavnar Skipasmiðja - NB14 - 1968 - Hvítanes
Tórshavnar Skipasmiðja - NB12 - 1968 - Norðvíkingur
Tórshavnar Skipasmiðja - NB15 - 1970 - Vesturland
Tórshavnar Skipasmiðja - NB16 - 1971 - Nýborg
Tórshavnar Skipasmiðja - NB17 - 1972 - ESSO Føroyar
Tórshavnar Skipasmiðja - NB18 - 1973 - Fyvla
Tórshavnar Skipasmiðja - NB19 - 1973 - Geira
Tórshavnar Skipasmiðja - NB20 - 1973 - Fylga
Tórshavnar Skipasmiðja - NB20 - 1973 - Thora
Tórshavnar Skipasmiðja - NB13 - 1975 - Skúmarin
Tórshavnar Skipasmiðja - NB22 - 1977 - Váðasteinur
previous next