Áhugaverd framløga um nýggja havrannsóknarskipið

Framløgan um nýggja havrannsóknarskipið var upplýsandi og væl fyriskipað. Tað vóru rættuliga nógvir áhoyrarar. Tað er eitt stórt arbeiði og umrokna verða tað umleið 80 arbeiðspláss í eitt ár.

Í gjár var framløga um nýggja havrannsóknarskipið á Skála. Væl av fólki mótti.

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri bjóðaði vælkomin. Síðan greiddi Leon Smith frá um skipið og hvussu teir høvdu roynt at fáa mest møguligt fyri pengarnar. Sunnvard Joensen frá Mest greiddi frá um ávísar detaljur og annars um gongdina líka frá byrjan.

Leon Smith greiddi frá um tey ymisku atlitini teir høvdu roynt at tikið. T.d. var pláss gjørt á dekkinum, soleiðis at pláss er fyri 3 bingjum, sum kunnu brúkast í samband við seismiskar kanningar. Hetta var gjørt eftir ynski frá Jarðfeingi.

Skipið er 54 metrar langt og 13,6 metrar breitt. Tað er 10 metrar longri enn Magnus Heinason. Men við at gera eina hædd meira, so fingu teir meira pláss. Leon Smith upplýsti at arealið er tvær ferðir so stórt sum á Magnus Heinason.

Nevnd blivu eisini tól á brúnni. Men tað bleiv gjørt skjótt av. Men bæði merki og modell blivu nevnd og tað er greitt at roynt er at útvega best møgulig tól.

Sunnvard Joensen greiddi frá um ymisk krøv til stál og at í løtuni samráðist Mest við eina norska og eina føroyska fyritøku um hvør av teimum skal gera timburarbeiði  og innrættingina í skipinum.

Tosa bleiv um ljóð frá skipinum. Nevndir vóru ICES 209 klassin og Silent R klassin. Óljóð frá skipi forstýrar fisk fingu vit at vita. Vit fingu eisini at vita, at Mest samstarvar við Wartsila, sum leverar motorar og skrúvu, sum er tað sum gevur mest óljóð.

Skrokkurin verður gjørdur í Litava. Síðan verður skrokkurin sleipaður inn á  Skála, har skipið verður gjørt liðugt. Rokna verður við at skrokkurin kemur inn á Skála einferð í 2019 og skipið verður liðugt í 2020.

Høgni Hoydal, Fsiskimálaráðharri hevði eisini eina framløgu. Hann nevndi nakað um politiska stríðið og at tað hevði tikið langa tíð at fáa skipið á fíggjarlógina. Somuleiðis nevndi hann tídningin av at hava nógvar og góðar upplýsingar, tá samráðingar eru við onnur strandalond um býti av felags fiskastovnum.

 

kelda: r7.fo