On & Offshore

On & Offshore tænastur – álítandi loysnir

West Hercules og Maersk Edgar eru dømir uppá væleydnaðar verkætlanir. Vit leggja nú meiri dent á dokumentatión og effektivitet í gerandisdegnum

Eftir at hava veitt tænastur til norsku oljuvinnuna umvegis PAM Offshore Service síðani 1997 og at hava bygt tvey supply skip í 2008, framdu vit í 2014 umvælingararbeiði fyri risa oljupallin West Hercules og oljutangaskipið Maersk Edgar. Skotsmálini frá báðum fyritøkum var, at vit loystu uppgávurnar til fulnar. Thomas Gunnlaugsson, Statoil, nevndi millum annað:

"I would like to thank you all for the extraordinary mobilization and support given to the WH project at the Faroe Islands.

A special thanks to the local Faroese companies and people. The will to assist, and ability to solve challenges has been beyond expectation for such a small community. ... I hope our paths will cross again sometime".

Hetta hevur givið okkum áræði til at satsa uppaftur meiri miðvíst á hesa vinnuna – serliga til oljupallar og supply skip, sum arbeiða í Norðsjónum. Fyrimunirnir fyri kundarnir eru:

·         Kappingarførir prísir

·         Góð staðseting landafrøðiliga – tætt við oljupallar

·         Nýmótans útgerð og útbúnaður

·         Álítandi loysnir