Okkara søga

Søgan um tær fýra fyritøkurnar, sum gjørdust samtakið MEST P/F

Tórshavnar Skipasmiðja4596F053.png

Eftir at Kjartan Mohr hevði nomið sær kunnleika um skipabygging í Danmark og h

evði arbeitt upp á skip og bygt bátar á Havnarvág, stóð hann á odda at stovna Tórshavnar Skipasmiðju. Hon varð stovnað 17. august 1936 við Kjartan Mohr sum stjóra. Umframt Kjartan vóru stovnararnir Jógvan Zachariasen, Zacharias Heinesen, Hans Jacob Joensen, Jógvan Hansen, Jákup á Dul og Jakku í Stórustovu.

Tá ið Kjartan doyði í 1979, tók sonurin, Poul Mohr, við stjórastarvinum á Tórshavnar Skipasmiðju. Virksemið øktist og broyttist støðugt, og saman við honum gjørdist nú triðja ættarlið, sonurin, Gunnar Mohr, stjóri í 1999. Skipasmiðjan vari 2004 seld íløgufelagnum Notio.

 

Skála Skipasmiðja

Fyrsta byrjanin til bedingina á Skála var í 1901. Tað vóru teir báðir skipsreiðararnir úr Havn, Jens Andreasen - vanliga nevndur Jens í Dali - og Sørin Muller, ið tóku stig til hetta. Ein gomul beding varð keypt úr Englandi og varð førd til Føroya við ”Vigil Star”, sum Jens í Dali átti. 

Síðan varð arbeitt við at gera undirlagið og leggja bedingina út og í mei mánaði 1904 var fyrsta skipið tikið upp. Tað var ”Saphire”, sum Handilsforeiningin í Havn átti.

Í 1997 varð Skála Skipasmiðja keypt av Tórshavnar Skipasmiðju

 

Vestmanna Skipasmiðja

Vestmanna Skipasmiðja varð sett á stovn av Ólavi á Heygum í 1898. Tann 18. Mai 1898 varð fyrsta skipið tikið upp, og tað var sluppin "Vágoy".

Stovnarin av sleipistøðini, Ólavur á Heygum varð ikki gamal maður, hann doyði longu 15. juni 1923 bert 56 ára gamal. Á skipasmiðjuni blivu eini 6-7 motorbátar (deksbátar) smíðaðir og annars stóðst mesta arbeiði av at umvæla sluppir. Øll Vágaskipini lógu um veturin í Vestmanna og blivu umvæld og harumframt vóru sjálvsagt eisini skipini úr Vestmanna, so har var nokk at gera.

Í 1986 keypti P/f Tórshavnar Skipasmiðja, Vestmanna Skipasmiðju.

 

FJM Runavík

FJM í Runavík varð stovnað í 1986 við Frithleif Olsen sum stjóra. Fyritøkan hevði sum høvuðsmál at veita tænastu og framleiðslu av útgerð og tilfari til fiskiídnaðin – fyri tað mesta í rustfríum stáli.

 Í januar 2004 varð fyritøkan keypt av íløgufelagnum Notio og løgd saman við skipasmiðjusamtakinum.

 

Fyritøkurnar broyta navn til MEST í 2008

Avgjørt var í 2008 at broyta navn so at feløgini í samtakinum verða marknaðarførd undir felags heitinum MEST. Øll verða marknaðarførd undir navninum, MEST, sum stendur fyri maskin, el, stál og timbur.

Síðani 2010 hevur Mouritz Mohr verið stjóri á MEST og hevur fyritøkan verið ígjøgnum eina tilgongd har fyritøkan hevur umskipað sítt virksemi og tillagað seg viðurskiftunum á marknaðinum. Í fyritøkuni starvast í dag umleið 180 fólk umframt millum 100-200 starvsfólk í dóttirfelagnum PAM Offshore Service, sum arbeiðir innan frálandavinnuna uttan fyri landoddarnar.